Luddastova

Ring: 219955

Til ber at leiga húsið til ymisk endamál, so sum fundar- ella skeiðvirksemi. Ella nakrar dagar til hugnaligt upplivilsi.
Ein sonn perla. Friðarligt og gott at vera. Standa miðskeiðis í bygdini.
Ca. 100 fermetrar til støddar.

Húsið var karmur om ríkisfundin hjá rísisleiðarunum í Grønlandi, Føroyum og Danmark, i aug. 2005.
Hans Enoksen, Jóanes Ejdesgaard og Anders Fogh Rasmussen.
Til stuttleika kann nevnast, at allir 3 skrivaðu í gestabókina.

Summarhús ??, ja, - ella vetrarsmátta, - tey eru minst líka hugnalig um veturin við "sjarmuni", veturin í Føroyum hevur.

Luddastova

Sera, sera hugnalig stova
Hugnalig stova við peis og stova við brenniovni. Stór brúsukabina við hita í gólvinum.
Eitt kamar við dubultsong og eitt við tveimum bríkum. Væl egnað til 4 fólk.
Teldu íbinding, Breiðband.
Sjónvarp og cd, md.

Til ber at bíleggja heitan mat o.a. frá "HJÁ EDNU" á Skælingi, Tlf. 421289 ella 217089. E-postur: edna@post.olivant.fo
Ella: Oddvør Skarðhamar, tlf. 215818 - 315818.
Vit hava góðar royndir av hesum, - maturin er góður og verður koyrdur til dyrnar til tíðina.

Sera, sera hugnalig stova

Sól frá kl. 7 til 22 á hásumri
Uttanfyri er grill úr gróti og stór terassa. Sólargangurin skal upplivast !

Hugnaligt umhvørvi við útsýni oman á sandin og fjørðin.

NB!! Vit góðtaka tó ikki at húsini verða brúkt til "ballingaveitslu", har rúsevni verða nýtt.

Sól frá  kl. 7 til 22 á hásumri

Her er Luddastova
Miðskeiðis í bygdini.
3 minuttir oman á sandin.
Sum at vera í útlondum í góðum veðri.
Matvørur fáast hjá Statoil í Kollafirði, ca. 5km.

NB!! sí eisini myndir av Luddastovu inni á www.wedding.fo undir "veitarar".

Her er Luddastova

Útsýnið
Útsýnið er sera gott.
Tú upplivir romantiskt stjørnukvøld ella -nátt.
Ódnarveður við hugtakandi brimi.
Ella sólina, sum bakar við frískum loti.
Ein túrur runt um Leynavatn er eitt njótilsi, bæði um dagin og á kvøldi.


Útskrivað frá: http://www.ognir.fo d. 5. September 2010  10:24:03