Gimbrastova
Nýtt hús við Ljósá - sera barnavinarligt Hetta húsið er liðugt nú í januar 2010, og ætlanin er at leiga tað út til ymisk endamál. Her eru nógvir møguleikar, serliga tá hugsað verður um barnafamiljur. T.d. kunnu 3 - 4 barnafamiljur búgva samstundis í húsinum. 3 kømur eru gjørd soleiðis, at eini hjún við 4 børnum kunnu sova í hvørjum kamari, tí ein hems (loft at sova á) er til 4 í hvørjum kamari. Eisini er ein hems í stovuni, har 4 vaksin kunnu sova. Uppi á carportinum er eitt lítið kamar til 2-3 fólk. Spælirúm við sjónvarpi og DVD er á loftinum yvir carportrinum og har kunnu børn ella vaksin eisini sova. Har er nosligt og heitt.
3 baðirúm við WC. Tað eina hevur eisini bobblibað.
Í garðinum í neðra er sera gott og trygt hjá teimun smáu børnunum at spæla. Ætlanin er eisini at ein "plaskihylur" verður har, sum kann fyllast og tømast eftir tørvi. Vaskimaskina og turkitrumla er í húsinum.

Stór og góð altan
Sera gott útsýni yvir fjørðin og til Haldórsvík og Eiði.

Bátahavnin við Ljósá
Tað ber eisini til at koma til Ljósá við báti. Sera góð og trygg bátahavn er við Ljósá.

Sólsetur
Sera góður sólargangur. Sólsetur á sumri er nakað heilt serligt. Sólin kann síggjast at fara niður í havsbrúnni. Tað eru bert einar 4 bygdir í Føroyum, har tað letur seg gera.

Skjótt til onnur náttúruvøkur støð
Tað tekur bert einar 5-10 min. at koyra til fótin á Slættaratindi. Har er sera vakurt útsýni yvir Eiðiskoll og tey heimskendu "Risin og Kellingin", sum jú ætlaðu at draga Føroyar til Íslands, men kláraðu tað ikki áðrenn sólin kom upp, og blivu tí til steinar, - ella drangar.
Koyrir tú fáar minuttir aftrat, kemur tú til Eiðisskarð, hvar tú sært niður í Funningsfjørð og yvir á Kallsoy. Sera vakurt.
|