Profile index

Foe IdsEnglishDansk
Ognir

Ognir

Bakkastova
.
Fundar- ella skeiðvirksemi

Ella eina uppliving eitt vikuskifti?

NB!! sí eisini myndir av Bakkastovu inni á www.wedding.fo undir "veitarar".
“Ein perla” verður ofta sagt um nakað gott ella vakurt, sum vit ikki reiðiliga duga at seta orð á.
Vit hava hug at siga “ein perla” um Bakkastovu við Ljósá.
Hetta nýggja húsið er stílreint og einkult við nøkrum sjálvsomum detaljum, - tó sermerkt vegna sína plasering beint omanfyri bátahavnina.
Tú kanst eygleiða fuglar, sum flúgva tætt framvið vindeygunum, og kópar, æður o.a., sum spæla sær í sjónum.
Við Ljósá á sumri sæst sólin seta í havsbrúnni mitt í Eiðisflógva.
Húsini eru væl egnað sum frítíðarhús og til skeið- og fundarvirksemi.
Allir vanligir hentleikar, 3 kømur, 2 baðirúm og sauna. Smarthouse el-instalatión.

Møblarnir eru frá HOME DESIGN.

Hevur tú hug at leiga húsini, ring
Ludvík Petersen
Tlf. 217300 ella mail lp@ognir.fo

<b>Bakkastova</b>

Bakkastova við Ljósá
Til ber at bíleggja heitan mat o.a. frá "HJÁ EDNU" á Skælingi, Tlf. 421289 ella 217089. E-postur: edna@post.olivant.fo
Ella: Oddvør Skarðhamar, tlf. 215818 - 315818.
Vit hava góðar royndir av hesum, - maturin er góður og verður koyrdur til dyrnar til tíðina.

Bakkastova við Ljósá

Húsið er spennandi og má upplivast.
Hvat við at leiga húsið 3 ella 4 dagar, ella fleiri.
Væl egnað til 3 pør. 6 seingjapláss, - 3 kømur.

Húsið er spennandi og má upplivast.

Ella, - hevur tú hug at keypa tey ??
So er bara at sláa uppá tráðin.

<b>Ella, - hevur tú hug at keypa tey ??</b>

Húsini kunnu brúkast til nógv ymisk endamál
Uppvørpa og ljóðannlegg er í húsinum og kann leigast, so til ber at vísa myndir og video klipp uppá tann stóra veggin.
Vit kunnu saktans ummøbilera eitt sindur fyri tykkum. Evt. til brúðarhús ella eina veitslu til 30-40 fólk. (Vit góðtaka tó ikki at húsini verða brúkt til "ballingaveitslu", har rúsevni verða nýtt)

 


[ Aftur | Prenta | Send einum vini ]

Ognir • Postbox 1034 • FO-110 Tórshavn - Føroyar • Tlf. +298 217300 • Fax +298 357301 • E-mail: lp@ognir.fo