Profile index

Foe IdsEnglishDansk
Ognir

Ognir

* * * S E L T * * *
Matr. nr. 1ok, Hoyvík. Adressa: Á Hjalla 7.
Sera snotuligur bygningur á Hjalla til sølu ella leigu.
Til ber eisini at leiga ein part til handil ella framsýning av einum hvørjum.
Møguleikarnir eru fleiri, - ikki smæðast við at ringja til okkum, tlf. 217300, at fáa eitt prát.

Í alt er bygningurin 900 fermetrar og grundøkið er 2253 ferm.
Tað eru 29 merktir P-básar, men nógv fleiri bilar kunnu sjálvandi parkerast á økinum, eisini aftanfyri bygningin kann koyrast og parkerast.

Okkara e-post adressa: lp@ognir.fo

<i><b>* * *     S E L T    * * *</b></i>

Multi hús
Húsið kann nýtast til nógv ymisk endamál.
Væl egnað til bilasølu ella møbilhandil o.s.v.
Sølu og framsýningarmøguleikarnir eru framúr góðir.
4 skrivstovur, køkur, 3 WC og goymslurúm eru í erva, 2 skrivstovur og 2 WC við brúsu eru í neðra.
Høllin kann saktans nýtast sum skrivstovu landskap. Hitaskipan er í gólvinum, sum gevur ein behagiligan og stabilan hita í rúminum.

Á verkstaðnum / goymsluni, sum er leyst frá høvuðsbygninginum, er eisini WC.

3 stk. saxa-bilalyftir eru monteraðar í gólvið,- plant við gólvið, - til nýtslu ella ikki, taka einki pláss.


<b>Multi hús</b>

Veitsluhølir o.m.a.
Húsið kann eisini brúkast til ymisk tiltøk, so sum til brúdleyps- ella føðingardagsveitslur, móttøkur, bingo, framsýningar av ymiskum slag, - you name it.

Okkara e-post adressa: lp@ognir.fo

Veitsluhølir o.m.a.

Nógvar fínar detaljur
Ljósið undir loftinum kann dempast og nógvir el-skinnarar eru lagdir, so tilber at seta spottar at lýsa á hvønn fermetur í høllini.
Móti høvuðsvegnum er ein av stóru rútunum eitt portur, sum opnast soleiðis, at tað liggur vatnrætt inn í erva, - t.d. kunnu persónbilar koyra út ígjøgnum.

Nógvar fínar detaljur

Sang / talu skipan
Fastmontera sang / talu skipan er í húsinum.
3 stk. tráðleysar mikrofonir og 4 stk. 400W aktivir hátalarar. Mixarapultur er í vegginum og kaðal er lagdur til stagebox, so tað er minimalt við leidningum, tá orkestur er við.
Ljóðviðurskiftini til tónleik eru framúr góð.
Eisini er projektørur / uppvørpa monterað í loftið, so til ber at síggja film ella teldu skerm á stórskíggja.
Trýst á myndirnar niðanfyri, fyri at fáa tær størri.


[ Aftur | Prenta | Send einum vini ]

Ognir • Postbox 1034 • FO-110 Tórshavn - Føroyar • Tlf. +298 217300 • Fax +298 357301 • E-mail: lp@ognir.fo