Luddastova
Ring: 219955
Til ber at leiga húsið til ymisk endamál, so sum fundar- ella skeiðvirksemi. Ella nakrar dagar til hugnaligt upplivilsi. Ein sonn perla. Friðarligt og gott at vera. Standa miðskeiðis í bygdini. Ca. 100 fermetrar til støddar.
Húsið var karmur om ríkisfundin hjá rísisleiðarunum í Grønlandi, Føroyum og Danmark, i aug. 2005. Hans Enoksen, Jóanes Ejdesgaard og Anders Fogh Rasmussen. Til stuttleika kann nevnast, at allir 3 skrivaðu í gestabókina.
Summarhús ??, ja, - ella vetrarsmátta, - tey eru minst líka hugnalig um veturin við "sjarmuni", veturin í Føroyum hevur.

Sera, sera hugnalig stova
Hugnalig stova við peis og stova við brenniovni. Stór brúsukabina við hita í gólvinum. Eitt kamar við dubultsong og eitt við tveimum bríkum. Væl egnað til 4 fólk. Teldu íbinding, Breiðband. Sjónvarp og cd, md.
Til ber at bíleggja heitan mat o.a. frá "HJÁ EDNU" á Skælingi, Tlf. 421289 ella 217089. E-postur: edna@post.olivant.fo Ella: Oddvør Skarðhamar, tlf. 215818 - 315818. Vit hava góðar royndir av hesum, - maturin er góður og verður koyrdur til dyrnar til tíðina.

Sól frá kl. 7 til 22 á hásumri
Uttanfyri er grill úr gróti og stór terassa. Sólargangurin skal upplivast !
Hugnaligt umhvørvi við útsýni oman á sandin og fjørðin.
NB!! Vit góðtaka tó ikki at húsini verða brúkt til "ballingaveitslu", har rúsevni verða nýtt.

Her er Luddastova
Miðskeiðis í bygdini. 3 minuttir oman á sandin. Sum at vera í útlondum í góðum veðri. Matvørur fáast hjá Statoil í Kollafirði, ca. 5km.
NB!! sí eisini myndir av Luddastovu inni á www.wedding.fo undir "veitarar".

Útsýnið
Útsýnið er sera gott. Tú upplivir romantiskt stjørnukvøld ella -nátt. Ódnarveður við hugtakandi brimi. Ella sólina, sum bakar við frískum loti. Ein túrur runt um Leynavatn er eitt njótilsi, bæði um dagin og á kvøldi.
|